Mentan

Hátignini vitja høvuðsstaðin í morgin

Skráin byrjar klokkan 9.45, tá Dannebrog leggur at á Bursatanga. Vitjast skal millum annað í Tinganesi, á trappuni í Vágsbotni og við Tjarnir, áðrenn veitsludøgurði verður á Hotel Føroyum

Tíðliga í kvøld komu Fríðrikur kongur, Mary drotning og Josephine prinsessa á Miðvág, har  Dannebrog bíðaði (Mynd: Sverri Egholm)

Tíðliga í kvøld komu Fríðrikur kongur, Mary drotning og Josephine prinsessa á Miðvág, har Dannebrog bíðaði (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-10 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir flogferðina til Føroyar, vitjanina í Koltri og siglitúrin til Miðvágs, sova kongshjúnini og yngra dóttir teirra í kvøld umborð á Dannebrog. 

Skipið fór í kvøld av Miðvági og setti kósina móti Havnini. Tað er eisini har, at alt gongur fyri seg fyrsta dagin av almennu vitjanini - sjálvari skránni - hjá teimum kongaligu í Føroyum. Skráin sæst niðast.

Sí myndir her: 
Kongshjúnini eru komin til Miðvágs
Kongaliga vitjanin í Koltri

Sí eisini: Josephine prinsessa er við í Føroyum

[object Object]
Á Miðvági fyrr í kvøld (Myndir: Sverri Egholm)

Sambært skránni leggur Dannebrog at á Bursatanga klokkan 9.45. Har tekur Aksel V. Johannesen ímóti, og er løgmaður eisini vertur í Tinganesi.

Áðrenn døgurða verður eisini móttøka í løgtinginum. Síðani tekur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, yvir og farið verður oman á trappuna.

Eftir máltíðina á Hotel Hafnia gongur leiðin niðan í Hoyvíkshagan, og hondbóltur verður í miðdeplinum við Tjarnir.

Út á seinnapartin fara Fríðrikur og Mary hvør sín veg - ávikavist til rehabiliteringsdepilin URD og til Glyvra skúla - áðrenn tey og umleið 190 onnur fólk savnast til veitsludøgurða á Hotel Føroyum.

Skráin, mikudagin tann 11. juni í Havn:
Kl. 09.45        Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga.

Kl. 10.00        Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka har løgmaður heldur røðu.

Kl. 10.20        Spákað verður til Tinganes.

Kl. 10.30        Løgmaður er vertur fyri móttøku og kongshjúnini hitta landsstýrið.    

Kl. 11.05        Spákað verður til Løgtingið.

Kl. 11.15        Móttøka í Løgtinginum, har kongshjúnini hitta formansskap løgtingsins og tinglimir.

Kl. 12.00        Spákað verður til trappuna í Vágsbotni, har Tórshavnar kommuna hevur almenna móttøku. Býráðið verður navnkent, og borgarstjórin heldur røðu.

Kl. 12:45        Borgarstjóri er vertur fyri miðmála á Hotel Hafnia. 

Kl. 14.20        Vitjað verður við Tjarnir, har dentur verður lagdur á føroyskan hondbólt.

H.H. Kongurin

Kl. 15.35        Kongur vitjar umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD. Greitt verður frá um URD og kongur hittir fólk, sum eru til endurvenjing.

H.H. Drotningin

Kl. 15.45       Drotningin vitjar Glyvra Skúla, har greitt verður frá um verkætlanina Betri vinir.

Øll:

Kl. 19.00       Løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.


Hósdagin verður vitjað í Suðuroynni - í Vági, í Fámjin og á Tvøroyri. Fríggjadagin endar túrurin í Føroyum við vitjan á Eiði. Sí alla skránna HER

Portalurin fylgir vitjanini tætt við teksti og myndum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder