Innanlands

Hátíðarhalda býarheitið leygardagin

Nes kommuna bjóðar til morgunmatar heiðrarar borgara nr. 1.500

(Mynd: nes.fo)

(Mynd: nes.fo)

2023-02-09 11:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú leygardagin fer Nes kommuna at hátíðarhalda, at kommunan nú kann taka býarheiti í sambandi við at fólkatalið í kommununi er farið upp um 1.500.

Í hesum sambandi bjóðar bygdarráðið øllum borgarum til morgunmát og hátíðarhald í fimleikahøllini í Tofta skúla leygardagin kl. 10.

Morgunmatur verður at fáa frá kl. 10.00. Kl. 10.30 fer borgarstjórin, Súni í Hjøllum at halda røðu og heiðra borgara nummar 1.500.

Eisini verður felagssangur og Jens Marni Hansen fer at framføra. At enda fara Angela og Hannibal at undirhalda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder