Innanlands

Hasfjord væntandi aftur í sigling um tríggjar vikur

Mest hevur seinastu tíðina roynt at fáa hendur á einari nýggjari kobling til skipið, og hon er nú komin til landið

Hasfjord hevur ikki verið í sigling síðan 10. mai (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hasfjord hevur ikki verið í sigling síðan 10. mai (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-06-16 07:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hasfjord hevur ikki siglt síðani 10. mai, tá ið eitt traktordekk kom um skrúvuna inni í Skopunar Havn, men gongst alt sum ætlað, kann skipið fara í sigling aftur innanfyri tríggjar vikur.

Tað skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.

Hasfjord hevur seinasta mánaðan ligið í Havn, og seinastu tíðina hevur Mest roynt at fáa hendur á einari nýggjari kobling, tí skaðin var so mikið stórur á tí gomlu.

Nú er koblingin komin til landið, og skulu nakrar tillagingar gerast, áðrenn arbeiðið kann gerast liðugt, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder