Innanlands

Harmonikusamanstoytur í Havn

Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp í gjárkvøldið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-19 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið um hálvgum tíggju tíðina varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Havn.

Talan var um ein sonevndan harmonikusamanstoyt, har tríggir bilar høvdu rent í afturpartin á hvørjum øðrum, sigur Útvarpið í morgun.

Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, og tveir av bilunum vóru so illa farnir, at teir vóru ikki førir fyri at koyra av staðnum aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder