Innanlands

Harðskapsmál leygarmorgunin: Ikki so einfalt sum tann álopni gav fatan av

Løgreglan sóknaðist leygardagin eftir vitnum í sambandi við harðskapsmál í Havn. Nú er ikki vist at nakar verður skuldsettur fyri harðskap

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-17 21:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var leygardagin, at løgreglan í miðlunum sóknaðist eftir vitnum í sambandi við eitt harðskapsmál í Jóannesar Paturssonar gøtu í Havn.

Ein 20 ára gamal maður varð álopin av tveimum gentum og tveimum dreingjum.

Síðani hevur ein teirra vent sær til løgregluna, og segði seg vera part av tilburðinum. Og tað vísir seg, at málið ikki er so einfalt sum tann, ið meldaði tilburðin, gav fatan av, visti útvarpið í kvøld.

Tískil er ikki vist at talan verður um skuldseting og ákæru fyri harðskap, tí tann álopni kann eiga sína skyld í, at tilburðurin fór fram.

Løgreglan upplýsir fyri útvarpinum, at málið er avgreitt hjá teimum, men at ákærin nú skal viðgera um hetta skal vera brot á skilhaldsreglurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder