Uttanlands

Harðligir samanbrestir í ísrael

Harðligir samanbrestir hava verið milum arábarar og jødar í Ísrael – Ísraelska løgreglan hevur handtikið hundraðtals fólk í sambandi við ófriðinum í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-13 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið varð boðað frá harðligum samanbrestum millum jødar og arábarar í Ísrael.

Eitt nú varð ein jødiskur íbúgvi álvarsliga særdur av arábiskum mótmælisfólkum í býnum Akko, og í býnum Bat Jam nærindis Tel Aviv, vórðu arabiskir handlar álopnir av konservativum jødum.

Aðrastaðni varð boðað frá, at fólk høvdu sett eld á ein løgreglubil, og at fólk høvdu kastað grót eftir arábiskum bilførarum. 

Sambært The Guardian hevur ísraelska løgreglan handtikið yvir 400 fólk í sambandi við ófriðinum í gjár.

Síðan mánadagin hava í minsta lagi 83 persónar latið lív í Gaza, meðan sjey hava latið lív í Ísrael.

Ísraelski herurin upplýsir, sambært Ritzau, at tilsamans 1.500 rakettir eru skotnar úr Gaza síðan mánadagin.

Dagførd kl. 11.31

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder