Heilsustøðan hjá Haraldi kongi hevur ikki verið so góð seinastu árini, og mánadagin 17. august varð Hansara Hátign innlagdur á ríkissjúkrahúsið í Oslo.
Hetta vegna sjúku í blóðinum.
Støðan versnaði seinastu dagarnar, og tíðliga hósdagin stóð so at siga greitt, at 89-ára gamli kongurin lá til tað síðsta.
Sí eisini: Støðan er álvarslig - bisparnir eru kallaðir heim
NRK sendi beinleiðis meginpartin av degnum og í morgun, klokkan 05.35 føroyska tíð andaðist Harald kongur hin 5.
Kongshúsið í Noreg hevur kunngjørt, at hann "sovnaði stillisliga inn"
- Tað er við djúpari sorg, at vit kunngerða, at Hansara Hátign, Harald kongur sovnaði stillisliga inn á Ríkissjúkrahúsinum fríggjadagin 28. august, klokkan 06.35".
![]()
Mynd: Kongshuset
Nú verður flaggað við hálvari stong í við slottið í Oslo. Harald hin 5. sat sum kongur frá 17. januar 1991, so norðmenn syrgja nú yvir ein drúgvan monark: Yvir 35 ár var hann kongur.
Harald hin 5. varð føddur 21. februar í 1937 og gjørdist harvið 89-ára gamal. Hann var sonur kong Olaf hin 5. og Martha krúnprinsessu.
Nú tekur 53-ára gamli sonurin, Haakon krúnprinsur yvir, sum kongur í Noreg. Eftir situr Sonja drotning.
Dagført: 08.05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald