Uttanlands

Hans Petur gevst sum stjóri í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Hans Petur í Brekkunum hevur verið stjóri í húsinum í góð 12 ár

2019-04-16 13:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyahúsið boðar í dag frá, at Hans Petur í Brekkunum, sum hevur verið stjóri í húsinum í góð 12 ár, leggur frá sær 31. september í ár. Sostatt verður nú farið undir tilgongdina at finna nýggjan stjóra.

”Eg havi verið serliga glaður fyri góða samstarvið við feløgini, sum hava gjørt sítt til at fylla Føroyahúsið við virksemi, sum føroyingar - og danir - hava havt stóra gleði av. Eisini eri eg fegin um, at mín avloysari kemur til nýggjar karmar og eitt fíggjarliga væl rikið hús. Nú er tíðin komin til at royna nýggjar avbjóðingar.

Nýggi stjórin kann gleða seg til eitt starv, har ikki tveir dagar eru eins.Til seinast vil eg takka nevndini í Føroyahúsinum og politisku myndugleikarnar í Føroyum fyri gott samstarv”, sigur Hans Petur.

Nógv er broytt í húsinum seinastu 12 árini. Skrá, mannagongdir og tiltøk eru broytt og ment. Føroyahúsið hevur øll árini lagt seg eftir at fylgja teimum rákum, sum eru frammi í samfelagnum og tillaga skránna eftir hesum.

Føroyahúsið hevur verið stongt í eina tíð vegna høvusumvæling, og eftir ætlan letur húsið upp aftur í juni í ár.

Føroyahúsið hevur til endamáls, at miðla føroyska mentan og vera eitt samkomu- og tilhaldsstað fyri føroyingar og onnur, ið hava áhuga fyri føroyskari mentan og andaligum lívið. Í dag eru 15 føroysk feløg eru knýtt at húsinum.

Føroyahúsið er karmur um nógv fjøllbroytt virksemi; sosialráðgeving, kórsang, føroyskur skúli fyri børn, føroyskur dansur og nógv annað. Í samstarvi vid feløgini í býnum skipar Føroyahúsið fyri kunnandi fundum, fyrilestrum, konsertum, veitslum, mentanarkvøldum og barnatiltøkum.

Lýst verður eftir nýggjum stjóra í næstum.

- Føroyahúsið í Keypmannahavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder