Mentan

Hans Iversen stjórnar Ólavsøkukórinum í ár

Nógvir kórsangarar leita sær hvørt ár til Havnar at syngja við Ólavsøkukórinum. Ólavsøkukórið er hjá mongum hædddarpunktið á tjóðarhátíðini. Kvívíkingurin Hans Iversen fer í ár at stjórna Ólavsøkukórinum

2022-07-09 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ólavsøkukórið syngur hvørt ár ólavsøkumorgun tá skrúðgongan kemur úr kirkjuni og niðan í Tinghúsið, og siður er at skiftandi kórleiðarar stjórna stóra kórinum.

Kórsambandið boðar frá, at tey í ár hava heitt á kórleiðaran Hans Iversen um at stjórna kórinum.

Hans Iversen er uppvaksin í Kvívík, hevur læraraútugving frá Føroya Læraraskúla í 1987 og seinni útbúgving sum lærari í tónleiki frá Musikhögskolan i Göteborg 1991. Lærarar hjá Hans í kórleiðslu og kór pedagogikki vóru millum annað kendi kórleiðarin Gunnar Eriksson.

Í føroyskum kórsangi kenna kórsangarar Hans sum sangara í kórunum Nóatón og Skýrák, í sambandi við fløguútgávum hjá Tutl. Hann var eisini við sum sangari á útgávunum “Jesus og Makedonarin”, “Tú lýsti” og á Kingo fløguni “En naade uden mål”.

Hans hevur síðani 1991 arbeitt í Norra, á Skjervøy og í Molde, mest sum sanglærari á kulturskúla og studentaskúla og hevur alla tíðina verið kórleiðari hjá kórum á staðnum. Hann er eisini virkin sum sangari, mest í Møre og Romsdal fylke men eisini við kórinum Vokal Nord í Tromsø.

Ólavsøkukórið syngur hesi kvølð í Læraraskúlahøllini:
Hóskvøld 14.7, 18.00-21.00
Sunnudag 17.7, 15.00- 18.00
Hóskvøld 21.7, 18.00-21.00
Sunnudag 24.7, 15.00-18.00
Týskvøld 26.7, 18.00-21.00

Kórsambandið leggur afturat, at allir kórsangarar eru vælkomnir at syngja í Ólavsøkukórinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder