Innanlands

Handtóku unga kvinnu í stóra rúsevnismálinum

Kvinnan, sum er yngri enn 20 ár, er varðhaldsfongslað í fýra vikur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-19 13:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í grundlógaravhoyring týsdagin, varð ein ung kvinna varðhaldsfongslað í fýra vikur.

Tað veit útvarpið í dag.

Løgreglan handtók kvinnuna mánadagin í sambandi við stóra rúsevnismálið, sum byrjaði í januar. Tá fann løgreglan rúsevni í stórum nøgdum í húsum í Havn.

Kvinnan, sum skal sita varðhaldsfongslað til 13. apríl er yngri enn 20 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder