Innanlands

Handtóku svia í Føroyum fyri álvarsligan kriminalitet í Svøríki

Maðurin skal eftir ætlan útflýggast til svensku myndugleikarnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-19 07:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk í gjár áheitan frá svensku myndugleikunum um at handtaka ein svia, sum er í Føroyum.

Hann er undir illgruna fyri at hava framt "persónfarligan kriminalitet", sum løgreglan kallar tað, og hetta skal vera farið fram í Svøríki í maimánað.

Tað eydnaðist at handtaka svian sum hevur uppihildið sær á privatum bústaði í Føroyum í undir eina viku. Maðurin sum er síðst í tredvinum varð handtikin stillistliga í almenna rúminum, men júst hvar, vil løgreglan ikki upplýsa í morgun.

Sviin verður í dag førdur fram fyri rættin og ætlanin er at útflýggja hann til svensku myndugleikarnar.

Ivasamt er, um tílíkt er roynt í rættinum áður. Tað er útflýggjanarlógin frá 1960 sum verður brúkt í slíkum føri.

Revsiramman fyri brotini, sum maðurin skal hava framt er sjey ár, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. Júst hvat hann skal hava gjørt, verður ikki upplýst.

Maðurin situr í løtuni í varðhaldi í Mjørkadali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder