placeholder
Mentan

“Handanhav”: Rakel Helmsdal sigur søgur í myndum

Seinnaparitn verður fernisering við cyanotypiprent og skulpturellari list í Gallarí Havnará

Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal

2022-11-10 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í dag verður fernisering av listaframsýning hjá Rakel Helmsdal í Gallerí Havnará í Havn.

Rakel Helmsdal er mest kend sum høvundur, men hevur seinastu árini flutt sín kærleika til at siga søgur víðari út um orðini, gjøgnum figurteatur yvir í myndlistina. Myndaheimur hennara er eins fullur í søgum, sum tekstirnir, men í myndunum er tað upp til áskoðaran at velja orðini og siga søguna, sum løgd í myndirnar.

Rakel granskar markið millum dreym og veruleika, tær myndir og søgur sum uppstanda, ta løtuna tú ivast í um tú droymir ella ert vakin, tað løgna og hugtakandi í óvissuni.

Í hesi framsýningini er tað liturin blátt, sum dominerar og tí hevur framsýningin fingið heiti “Handanhav”, eftir týðingini av orðinum ultramarin = handanhavsblátt. Júst í havsbrúnni, har tað bláa havið møtir bláa himmalinum er sum eitt av mørkunum har dreymur møtir veruleika. 

Verkini eru cyanotypiprent og skulpturell list. Kristian Blak og Sharon Weiss spæla havtónleik til ferniseringina, sum verður í dag millum kl. 16 og 18. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder