Innanlands

Hampa um viðarlundina í Trongisvági

Veturin fór illa við plantasjuni í Trongisvági sum fyllir 100 ár næsta ár. Skógrøkt Landsins er nú farið í gongd við at hampað um

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2023-04-21 21:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu dagarnir hevur ljóðið av motorsagum rungað í viðarlundini, lokalt nevnt Plantasjan, í Trongisvági. Kanska ikki eitt ljóð, ið ein ynskir at hoyra í eini viðarlund, men viðhvørt kann tað gerast alneyðugt.

Farni veturin er tíverri farin sera illa við Plantasjuni, ið fyllir 100 ár komandi ár. Nógv trø eru koppaði í stormunum, ið hava verið og hava antin ligið heilt ella partvíst niðri á jørðini. Tílík trø, ið ikki standa í síni nátúrligu støðu, eru vandamikil hjá fólki at ganga fram við ella undir, tí brádliga kann okkurt geva seg, undir trýstinum frá tunga trænum.

Skógrøkt Landsins er tí í gongd við at saga hesi trø niður, ið eru til ampa og beinleiðis kunnu vera vandamikil fyri tey, ið koma framvið. Tvey fólk frá Skógrøktini eru komin suður, og fáa hjálp til uppruddingina av starvsfólkum frá kommununi. At saga trø niður eftir stormskaðum er vandamikið arbeiði, og tað kemur væl við, at Skógrøktin nýligani hevur sett ein skógteknikara í starvi.

Í 1926 skrivaði Hedeselskabet om viðarlundina í Trongisvági:

"I Trangisvaag har Plantningen klaret sig langt bedre end ventet, men man maa nok i Fremtiden være forberedt på en Del Ødelæggelse af Storm om Vinteren."

Sæð í hesum ljósinum má sigast, at viðarlundin hevur klárað seg væl, síðan uppruna gróðarsetingina í 1924.

Sera hóskandi er nú útlit til at farið verður undir nýggja gróðurseting í næstum, soleiðis at 100-árið kann hátíðarhaldast við einari rúgvu av nýggjum trøum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder