
Hernaðarligi parturin av Hamas váttar í dag fyri Reuters, at ísraelsk-amerikanski gíslin, Edan Alexander, í dag er leyslatin.
Sambært miðlinum hevur Hamas latið gíslan til Reyða Kross.
Við hesi leyslatingini roynir Hamas at slóða fyri, at farast kann undir nýggjar samráðingar um vápnahvíld, skrivar Ritzau.
Sambært Reuters sigur Hamas, at felagsskapurin er til reiðar “at gerast partur í samráðingunum um at fáa í lag eina umfatandi vápnahvíld”.
Edan Alexander er 21 ár úr New Jersey í USA. Hann gjørdi tænastu í ísraelska herinum, tá hann varð tikin til gísla undir Hamas-álopinum á Ísrael 7. oktober 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald