Uttanlands

Hálvt ár síðan hernaðarkvettið í Myanmar: Hernaðarleiðari lovar nýval

Nýval verður hildið, og har verða fleiri flokkar at velja, lovar leiðarin av hernaðarstýrinum í Myanmar, men enn er hann ikki komin við nakrari dagfesting

Min Aung Hlaing (Mynd: EPA)

Min Aung Hlaing (Mynd: EPA)

2021-08-01 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leiðarin av hernaðarstýrinum í Myanmar, Min Aung Hlaing generalur, lovar í dag, at val verður hildið í landinum – við fleiri flokkum at velja í.

Tað sigur hann, nú júst hálvt ár er liðið, síðan hernaðarkvettið 1. februar, har herurin tók valdið frá fólkavalda leiðaranum, Aung San Suu Kyi.

Sambært herinum í Myanmar var orsøkin til kvettið, at valsvik varð framt í sambandi við valið á heysti í fjør, har flokkurin hjá Suu Kyi, National League for Democracy (NLD) vann stórt, meðan hernaðarflokkurin, USDP, bert fekk nøkur fá prosent av atkvøðunum. Hesum hava bæði altjóða eygleiðarar og valnevndin í Myanmar tó víst aftur.

Síðan hernaðarkvettið hevur Min Aung Hlaing generalur ferð eftir ferð lovað, at nýval verður útskrivað, men hann hevur tó ikki nevnt nakað um, nær tað verður, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder