
Bátafestivalurin á Toftum er, sum altíð, fyrsta vikuskiftið í mai - í ár verður dagurin í dag, leygardagin 3. mai.
Hallur er fyrsta navnið, ið verður bókað eftir loknan festival.
Hallur Joensen Band leverar altíð fyri teimum fleiri enn 600 fólkunum í dansa til teirra tónleik, ið runga í stóra teltinum á havnarlagnum á Toftum. Tað verður, sum altíð, eitt brak av einum dansi.
- Tað er ein fragd at vera við á Bátafestivalinum á Toftum fyri Hallur Joensen Band. Hallur & Co spæla sjálvandi aftur á Bátafestivalinum í ár, og tað verður við einum braki av einum dansi.
Dansurin byrjar klokkan 23.
Í dag verður stóra siglingin. Klokkan 11 møtast bátarnir inni í Skálafirði og sigla út móti Toftum klokkan 11:30. Klokkan 13 koma bátarnir í Oyrarnar á Toftum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald