Innanlands

Hálkan kom óvart á bilførarar í gjár

Tveir bilar fóru útav í soloóhappum - eingin mannskaði varð

2020-02-12 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakað av kava kom niður í gjár, og í summum førum kann hálka koma knappliga og óvæntað í ymsum støðum.

Hetta gekk útyvir tveir bilførar í gjár - ein í Eysturoynni og ein í Havn. Báðir gliðu útav vegnum orsaka av hálku, ið kom óvart á teir.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at hvørki persónsskaði ella nevndiverdur matriellur skaði var. Sagt verður eisini, at at hetta ikki er óvnaligt, tí tað er til tíðir svikaligt við hálkun, ið kemur heldur knappliga, og sum ein kanska ikki hugsar um ella varnast, tá farið verður at koyra. .  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder