Innanlands

Hálka og krapi hava órógvað

Tað gekk væl at fáa lastbilin, sum fór útav í Kollafirði í gjár, upp, og førarin noyddist ikki á sjúkrahús. Sjúkrabilur hevur tó tikið nøkur fólk upp, sum eru farin um koll í hálkuni

Førarin misti tamarhaldið, og tað var serliga krapin, ið gjørdi umstøðurnar at koyra truplar (Mynd: Brian Joensen)

Førarin misti tamarhaldið, og tað var serliga krapin, ið gjørdi umstøðurnar at koyra truplar (Mynd: Brian Joensen)

2020-12-30 10:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan hevur havt eitt friðarligt samdøgur, hvat málum viðvíkur. Tó eru ymsar fráboðanir komnar, har veðrið - umstøðurnar til at ganga og koyra - hava ávirkað.

Seinnapartin í gjár skrivaðu vit um lastbilin, sum koppaði í Kollafirði. Førarin misti tamarhaldið, og tað var serliga krapin, ið gjørdi umstøðurnar at koyra truplar. Førarin slapp tó væl, og vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn upplýsir, at tað gekk væl at fáa lastbilin upp í gjárkvøldið. Í tí tíðarbilinum slepp vanlig ferðsla ikki fram við á landsvegnum.

Tað hevur verið hált kring landið, og summi hava mist fótafestið orsakað av hesum, og neyðugt hevur verið við sjúkrabili í summum førum. Hetta upplýsir vaktleiðarin eisini. Hann kann tó ikki siga nakað um, um persónarnir hava fingið umfatandi skaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder