placeholder
Mentan

Halda á langt út á kvøldið í Runavík

Í Runavík skipa tey fyri Býarskáa um vikuskiftið. Handlarnir hava opið heilt fram til á midnátt í kvøld og klokkan 20 í annaðkvøld, og fleiri tiltøk eru á skránni

2022-11-05 14:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár ber til at gera kvettið í Runavík. Tí har verður skipað fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð og fyri tilboðsprísir.

Handlarnir hava opið heilt fram til á miðnátt leygarkvøldið 5. november og sunnukvøldið til klokkan 20. Tónleikur er á skrá bæði úti og inni. Tann stuttliga og sermerkta stempulkappingin verður eisini.

Í ár letur stóra ræðsluhúsið, “Gula Barnaheimið undir Snið” upp. Øll djørv fólk eru vælkomin at vitja, og børn skulu hava onkran djarvan vaksnan við sær.

Matarstøðini eru vorðin fleiri  í økinum og júst til Býarskáan eru eisini streetfood-vognar, sum bjóða teimum svongu okkurt gott. Prýðiliga Skótahúsið skipar fyri Jólacafé, og umframt at smakka eina leskiliga matarskrá verður høvi eisini at taka jólamyndir og royna jólatombola í Skótahúsinum.

Í Løkshøll verður felagskonsert við livandi legendum úr Vágunum -Tinganest. Har fara ivaleyst klassikarar sum "Vágagellan", "Havnargøtur" og aðrir sangir at runga. Herborg Torkilsdóttir fer, saman við bólki sínum, at framføra síni  allerbestu løg. Felagssangur er eisini á skrá.

Bókasavnið við Løkin letur dyrnar upp leygardagin klokkan 10 við nógvum tilboðum til børnini. Har vera søguløtur, spurnakapping og møguleiki verður at gera stuttlig bókamerki ella onnur jólagávuhugskot.

Løkshøll frumsýning av heimildarfilminum “ Starin í Stovuni’ eftir Høgna Mohr verður í Løkshøll sunnudagin. Ein filmsýning úr Funningi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder