Innanlands

Hagstovan: Brúkaraprísirnir farnir 0,9 prosent upp

Triðja ársfjórðing í ár vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør, og tað eru prísirnir innan hotel og matveiting, sum eru hækkaðir mest

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2019-10-18 15:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Triðja ársfjórðing í ár vóru brúkaraprísirnir 0,9 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør, og er árligi vøkstruin hesaferð á hædd við miðal prísvøksturin seinastu trý árini, sigur Hagstova Føroya í dag.

Annan ársfjórðing var árligi vøksturin 1,8 prosent, sum er hægsti vøksturin í brúkaraprístalinum seinastu sjey árini.

Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Tað eru tó prísirnir innan hotel og matveiting, sum eru hækkaðir mest. Men hesin vørubólkurin hevur lutfalsliga lítla ávirkan á samlaða brúkaraprístalið.

Prísir á mati og drekka, sum fylla lutfalsiga nógv í húsarhaldsnýtsluni, eru hækkaðir 1,7 prosent seinasta árið. Harav eru tað serliga kjøt og vørur úr breyði, sum eru hækkaði mest.

Prísir á býlisútreiðslum eru í miðal hækkaðir 0,4 prosent, harav m.a. rentuútreiðslan er lækkað 6 prosent og prísir á viðlíkahald av bústaði eru hækkaðir 3 prosent.

Prísurin á brenniolju, ið eisini fyllir lutfalsliga nógv í húsarhaldsnýsluni, er minkaður 3,5 prosent triðja ársfjórðing í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder