Innanlands

Hagstovan: 860 milliónir krónur fleiri útgoldnar í lønum seinasta árið

Menninir áttu størsta partin av lønarvøkstrinum

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-05-18 16:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum mai 2025 til apríl 2026 vórðu 13,9 milliardir krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.

Tað eru 860 milliónir krónur - ella 6,6 prosent - fleiri enn undanfarnu 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.

Av útgoldnu lønini hetta tíðarskeiðið áttu menn 62 prosent við 8,6 milliardum krónum, og av vøkstrinum á 860 milliónir krónur áttu menninir eisini størra partin við 70 prosentum  - ella 600 milliónum krónum.

Menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, áttu størsta vøkstur. Teir áttu meira enn helvtina av vøkstrinum við knøppum 520 milliónum krónum, sum er ein vøkstur á 8,7 prosent, tá samanborið er við undanfarnu 12 mánaðirnar.

Kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, høvdu næst størsta vøksturin í krónum við næstan 150 milliónum krónum - ein vøkstur á 4,3 prosent. Kvinnur undir privatum ræði høvdu tó lutfalsliga størri lønarvøkstur við 6,8 prosentum.

Sambært Hagstovuni vóru tað tey, sum eru búsitandi í Sandoynni, sum hava havt størsta vøksturinin við 12,7 prosentum, meðan Norðurstreymoy hevði minsta vøkstur við 4,9 prosentum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder