Innanlands

Hægri skattainntøkur í Klaksvík

Persónskattainntøkurnar í januar hjá Klaksvíkar kommunu eru 10,7 prosent hægri enn sama mánað í fjør

2022-02-03 17:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skattainntøkurnar hjá kommununi fyri januar vísa eina øking í persónsskattainntøkunum á heili 10,7 prosent. Inntøkan í januar var 17.754 tkr. sum er 1.719 tkr. meira enn í fjør.

Í fíggjarætlanin fyri 2022 er samlaði persónsskatturin annars mettur til 240 mió., sum er ein øking á 6,7 prosent fyri árið. Tí er tað gleðiligt at skattainntøkan í ársins fyrsta mánaði, er væl omanfyri metta inntøkuvøksturin, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Miðal inntøkuvøksturin hjá øllum kommununum var annars 7,5 prosent, og liggur inntøku vøksturin hjá Klaksvíkar kommunu tí eisini væl yvir miðal fyri landið. Av teimum 29 kommununum í Føroyum, høvdu 26 eina øking í inntøkunum, meðan tríggjar kommunur høvdu eina lítla lækking í inntøkunum í januar 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder