2026-04-24 07:37
Leygardagin 25.apríl, flaggdagin, skipa Skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM og KFUK-skótarnir fyri fyri flaggdagshaldi í Vágstúni í Klaksvík.
Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum fer frá parkeringsplássinum niðanfyri gulu læknahúsini leygardagin klokkan 14 heim í Vágstún, har Gunnhild Dahl Niclasen flytir fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg og flaggsangurin verður sungin, skrivar kommunan.
Aftaná haldið bjóða Grønu skótarnir øllum í KFUM & K til ein drekkamunn. Eisini verður skipað fyri tombola, har hvør "nitte-seðil" eisini hevur møguleika at vinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald