Mentan

Gunnar er endurføddur sum Saint Kodiak

Ungi hálvi føroyingurin sum vann Stjerne for en Aften kemur nú við nýggjari útgávu

2019-05-03 12:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í 2003 vann ein ungur drongur við einum guittara tónleikakappingina ’Stjerne for en aften’ hjá Danmarks Radio. Hetta var árið eftir, at Guðrun Sólja av Tvøroyri vann somu kapping, og tað áhugaverda við hesum unga drongi var, at eisini hann var føroyingur, ella hálvur – tað er mamman, ið er føroyingur.

Gunnar Mikkelsen æt hann. Gav út eina fløgu eftir sigurin, og fekk eitt hitt við lagnum ”Haunted Honeymoon”, sum sjálvasti Tim Christensen segðist hava skrivað honum, hóast tað var ein við navninum Charlie Dinsdale, sum stóð at vera lagskrivari saman við Gunnari.

Í dag eitur drongurin Gunnar Holm-Lintermann og er búsitandi í Noregi. Eftir tøgn á tónleikapallinum í nógv ár, er hann nú frammi aftur, men undir listanavninum Saint Kodiak.

Og seinni í mánaðinum kemur út fyrsta útgáva hansara síðan fløguna ”The Best Piece of Advice Always Comes a Little too Late” frá 2004.

”Fumes” eitur nýggja fløgan, sum Gunnar hevur framleitt saman við Mads Brinch, og sum kemur út 24. mai.

Sambært Gunnari sjálvum var tað ein túrur til heimlandið Føroyar, sum var orsøk til, at hann fór undir aftur at takast við tónleik.

Tað fortelur hann í tíðindaskrivi, sum er sent út í dag.

Hann greiðir frá, at seinastu fimm árini hava verið hendingarrík. Hann brendi út á arbeiðsplássi sínum, misti sjálvsálitið og sjálvan seg. Samstundis gjørdist hann pápi fyri fyrstu ferð.

- Á einum túri til heimlandið hjá mammuni, Føroyar, varð hann blástur ígjøgnum av frískari sjóluft og skilti, at hann mátti aftur til tónleikin, sum hann rýmdi frá tvey ár eftir finalusigurin í Stjerne for en aften.

Nýggja útgávan er ein gjøgnumgongd av tónleikalívinum hjá Gunnari hesi seinastu fimm árini. Har eru sangir um at koma seg eftir eina arbeiðskreppu, um óttan at ikki eydnast sum tónleikari og ein sangur um tað súra og søta í kærleikanum, sum hann syngur saman við konu síni.

Kortini hevur hann í sangskrivingini lagt dent á at skriva seg sjálvan burtur úr søgunum, so at evnini gerast meira viðkomandi fyri øll.

Eitt av løgunum, ”Face to White” er júst komið út sum staklag og við eini sermerktari video, sum er teknað av Andreas Hvid Ramsdal og animerað av Ove Henrik Hals.

- Eg eri errin av Fumes. Hetta var ein neyðug útgáva fyri meg at gera, og nú gleði eg meg til framhaldið, sigur Gunnar Holm-Lintermann. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder