Mentan

Gudstænasta á Ovara vølli klokkan 11

Klokkan 11 verður stóra útigudstænastan á ovara vølli í Gundadali

Soleiðis sá út í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis sá út í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-06 08:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag, 2. hvítusunnudag, klokkan 11 verður stóra útiguðstænastan á ovara vølli í Gundadali. GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin. 

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikar, og Hanus Pál Jógvansson hevur eina søgu til børnini. Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið. 

[object Object]Mynd frá útigudstænastuni í 2019 (Mynd: Sverri Egholm)

Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll. Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt gott er eisini til børnini, siga fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder