Innanlands

Guðrun og Guðrun vunnið altjóða kapping í burðardygd

Føroyska mótafyritøkan hevur saman við donskum sniðgeva vunnið altjóða kapping í burðadyggari framleiðslu

2018-08-21 14:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skógvar úr skræðu, sum kunnu takast sundir og skiljast og net úr gomlum nótum eru ímillum vørðurnar, sum føroyska fyritøkan hevur vunnið kapping í burðardygd fyri. Tað greiður Guðrun Rógvadóttir frá.

Kappingin, sum føroyska mótafyritøkan hevur vunnið, eitur CircularOcean, og tað er ein deild undir danska vinnumálaráðnum, sum heitti á føroysku mótafyritøkuna at luttaka saman við Silke Foged, sum lesur til sniðgeva á universitetinum í Kolding.

- Tað er vanligt at tey heita á fyritøkur, sum hava eina serliga vitan innan eitt øki, at luttaka í ymiskum kappingum. Vit hava arbeitt við burðardygd í fleiri ár, langt áðrenn tað var vanligt. Tað kennist tí eisini gott at hava fingið eina viðurkenning fyri nakað, sum liggur okkum nær, greiðir Guðrun frá.

Guðrun Rógvadóttir greiðir eisini frá, at hon heldur skógvarnir, sum fyritøkan millum annað framleiddi til kappingina, vera heilt serligir. Teir taka hond um ein trupulleika, sum mótaídnaðurin leingi hevur arbeitt við.

- Eitt nú Ecco hevur arbeitt við at gera burðadygga framleiðslu, men skógvurin hjá teimum er framleiddur í einum. Tí verður tilfar, sum ikki eigur at verða brent saman, burturbeint í einum og tað er sjálvandi ikki náttúruvinarligt, sigur Guðrun.

- Okkara skógvur kann takast sundur, soleiðis at ymiskt tilfar verður burturbeint fyri seg, greiðir hon víðari frá. Hon sigur eisini, at næsta stig verður at framleiða skógvin.

- Vit hava gjørt skógvar úr fiskaskræðu fyrr og eru spentar at byrja aftur. Vit høvdu nakrar trupulleikar við veitarum tá, men ætla okkum heilt víst, at hesin skógvur skal verða í sølubúðunum skjótast gjørligt, sigur hon at enda.

- Guðrun&Guðrun

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder