Innanlands

Grundøki til 25 summarhús fyri 200 túsund krónur

Sunda kommuna hevur selt grundøki í Saksun uttan um galdandi kunngerð. Grundøkið skal nú lýsast til sølu alment

(Mynd: VP)

(Mynd: VP)

2020-02-14 06:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

4426 fermetrar av jørð fyri 218.000 krónur.

Tað er tað, sum ein keypari í Vági hevur rindað til Sunda kommunu fyri eitt grundøki í Saksun til at byggja summarhús á. Talan er um eina verkætlan, sum umfatar 25 summarhús.

Eitt felag søkti í 2018 um loyvi at byggja summarhúsini. Umsóknin varð gingin á møti eftir samskifti í eitt ár, men hetta hendi uttan eitt útboð, og tað er í stríð við ásetingarnar.

Í kunngerðini stendur millum annað at kommunan skal bjóða øll grundøki sum eru meira enn 300 fermetrar út.

Men tað var ein feilur, at grundøkið ikki varð boðið út alment. Tað segði Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, í Degi & viku í gjárkvøldið.

- Vit burdu havt gjørt tað, men nú hava vit so avgjørt at taka málið fyri aftur og seta tað til sølu, segði Heðin Zachariassen.

Festarin av jørðini, Jóhan Jógvansson hevur kært avgerðina hjá Sunda kommunu, og heldur ikki at framferðin er í lagi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder