Innanlands

Grovt neyðtøkumál í Føroya rætti í næstu viku

Ein maður er millum annað ákærdur fyri at hava misnýtt ein drong fleiri enn 50 ferðir í hálvt triðja ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-19 19:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt neyðtøkumál av grovasta slag verður viðgjørt í Føroya rætti í næstu viku. Seks dagar eru settir av til rættarmálið.

Tað veit Kringvarpið í dag.

Ein ákærdur maður skal hava kynsliga misnýtt ein drong, sum var yngri enn 15 ár, tá misnýtslan byrjaði. Talan er bæði um neyðtøku og annað kynsligt samband, og sambært ákæruritinum eru brotsgerðirnar framdar fleiri enn 50 ferðir.

Maðurin er ákærdur eftir fleiri ásetingum í grein 216 í revsilógini, sum snýr seg um neyðtøku, skrivar Kringvarpið á heimasíðuni.

Ákærdi maðurin er skal hava noytt dreingin til amlegu við harðskapi, ella við hóttan um harðskap.

Afturat hesum, er maðurin ákærdur fyri blúnisbrot, og fyri at hava barnaporno í varðveitslu. Hann er eisini ákærdur fyri onnur kynslig brotsverk móti tveimum øðrum dreingjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder