Uttanlands

Grønland: - Lat okkum sleppa framat!

Hóast nógv er hent í Grønlandi seinasta árið og fýra flokkar eftir valið í 2025 gjørdu eina breiða samgongu fyri at tryggja støðuleika, prutlar enn undir lokinum í Grønlandi. Um danir ikki broyta støðu fara londini at enda frá hvørjum øðrum, greiðir politikkari frá.

(Mynd: Regin Winther Poulsen)

(Mynd: Regin Winther Poulsen)

2026-08-20 14:15 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað er 24. mars og fólkatingsval á skránni í øllum kongaríkinum. Í Danmark er spenningur um hvørt vinstra- ella høgrasíðan á politisku vágskálini skal sita við valdinum eftir valið. Í Føroyum er fólkatingsvalið, sum gamaní ongatíð vigar ovmikið í huganum á fólki, dottið heilt niðurímillum. Løgtingsval verður tveir dagar eftir fólkatingsvalið, og tí hevur lítið og onki valstríð verði til fyrra valið. Hóast tey flestu helst fingu ein hvøkk, tá tey sóu hvussu nógvar atkvøður Sjúrður Skaale at enda fekk, høvdu tey flestu helst roknað við at tey bæði Sjúrður og Anna endurvunnu sessirnar á borgini í Keypmannahavn.

Í Grønlandi hevur valið vanliga heldur ikki nógv at siga fyri fólk, sum eisini leggja meira í hvør tekur sætið á tjóðartingi teirra, Inatsisartut. Tó so, hesaferð er valið kanska eitt sindur ørvísi. Fyri tað fyrsta hava grønlendsku umboðini á fólkatingi allatíð verið í andglettinum, síðani Donald Trump forseti flutti inn aftur í Hvítu Húsini og boðaði frá yvirtøku av landingum. Tí kunnu umboðini fáa ein avgerandi leiklut uttanríkispolitiskt júst í hesi lagnutíð fyri grønlendingar.

[object Object](Mynd: Regin Winther Poulsen) 

Harumframt skulu tvey nýggj umboð finnast at umboða grønlendingar á danatingi. Bæði Aaja Chemnitz og Aki-Matilda Høegh-Dam, sum hava sitið á fólkatingið síðani ávíkavíst 2015 og 2019, hava valt ikki at stilla uppaftur.

Í endaspurtinum verður roknað við at eitt av landsstýrisfólkunum, Naaja Nathanielsen hjá IA ella Anna Wangenheim hjá Demokraatiit, fer við øðrum sessinum, meðan lítil ivi er um, at beiggin hjá Aki-Matildu, Qarsoq Høegh-Dam, fer við hinum.

Og á sjálvum valdegnum standa valevnini í bingjum fram við vegnum til valstaðið í Nuuk Stadion og bjóða kaffi og alskyns lýsingarlutir. Appilsingulu sólbrillurnar og vindmaskan hjá Naleraq, mest tjóðskaparsinnaði flokkurin og politiska heimi hjá Qarsoq, eru serliga eyðkend undir valstríðnum. Qarsoq sjálvur stendur og rekur í kuldanum – umleið 6 kuldastig við fitt av vindi.

Nýggir starvsfelagar hjá Sjúrði og Annu

- Vit hava fingið at vita í 100 ár, at um tað ikki var fyri Danmark, høvdu vit ikki havt nakað virði, greiðir Qarsoq frá. Hann situr á einum stóli aftast í bingjuni hjá flokkinum og tekur eina lítla pausu, meðan hann greiðir frá støðu síni og hvussu hann sær uppá støðuna hjá Grønlandi. Hóast nógv roknað við, at Qarsoq vinnur annan sessin, er spenningurin stórur.

Aki-Matilda hevur í eina tíð umboðað flokkin á Fólkatingi, men hon varð upprunaliga vald fyri Siumut, og skifti til Naleraq eftir at hon var vald á Fólkating. Tí verður roknað við, at Qarsoq verður fyrsta umboðið, sum verður valt fyri flokkin. Og tá atkvøðurnar eru taldar, er tað eisini endaliga úrslitið. Qarsoq Høegh-Dam og Naaja Nathaliensen gerast starvsfelagar hjá Sjúrði og Annu á Fólkatingi.

Ein spurningur um at verða sjálvstøðug hóast trýst úr USA

Meðan føroyingar tosaðu um tjóðarsemju undan valinum í mars, varð ikki tosað so nógv beinleiðis um at gerast sjálvstøðug í Grønlandi. Hóast so at siga allir flokkar í Grønlandi eru meira ella minni loysingarflokkar, og spurningurin um at gerast sjálvstøðugur, mest er ein spurningur um hvussu skjótt tað skal ganga, sendi trýstið úr USA ein skelk ígjøgnum samfelagið í 2025.

Tá val var í mars mánaði, var tað Demokratiit, sum er millum tey meira moderatu á loysingarvonginum, sum gjørdist stóri sigursharrin við 29,9 prosentum av atkvøðunum og 10 av 31 tingfólkum. Hóast støðan hjá Grønlandi fylti nógv í kjakinum, elvdi tað ikki til nakað ynski um at gera av við ríkisfelagsskapin í skundi.

Naaja Nathanielsen var landsstýriskvinna - Nallakersuisut - í ráevnum í undirgrundini áðrenn hon varð vald til fólkatingið.

[object Object]Naaja Nathanielsen, nývaldur fólkatingslimur fyri IA, avmyndað í sambandi við donsku stjórnarsamráðingarnar (Mynd: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix)

- Tað fyllir sjálvandi nógv hjá sovornum sum mær, ið arbeiða við hesum til dagligt. Men eg havi eina fatan av, at tað eru onnur viðurskifti enn akkurát hvussu samfelagið skal síggja út eftir núverandi kongsríki, sum fylla til samrøður við køksborðini, greiddi hon frá á skrivstovu síni í Nuuk centrum, eini handilsmiðstøð í miðbýnum, har ein stórur partur av grønlendsku umsitingini heldur til. Hon hevur júst boðað frá, at hon stillar upp til fólkatingsvalið, so valstríðið, sum hon greiðir frá fer mest fram á netinum, er skotið ígongd.

Yvirhøvur eru fimm flokkar í Inatsisartut. Umframt Demokratiit og IA, er Atassut - tann gamli sambandsflokkurin - við í breiðu samgonguni, sum varð skipað í eftir valið í 2025.

Upprunaliga var Siumut eisini við í samgonguni, men eftir ósemju í sambandi við fólkatingsvalið, valdi Aleqa Hammond, sum, hóast hon ikki er fólkavald, er forkvinna í flokkinum, at taka flokkin úr samgongu.

Ein spurningur um tíð

Tann einasti flokkurin, sum líka síðani valið í fjør valdi at halda seg uttan fyri samgongu er Naleraq, sum Qarsoq umboðar. Men sambært honum er týdningarmikið at minnast til, at allir flokkar – sjálvt Atassut – nú taka undir við øktum sjálvstýri.

- Tá sjálvt tey siga tað, koma vit ikki uttanum, at vit verða sjálvstøðug í framtíðini. Tað siga sjálvt tey, greiðir hann frá.

[object Object]Qarsoq Høegh-Dam, nývaldur fólkatingslimur fyri Naleraq, avmyndaður í sambandi við donsku stjórnarsamráðingarnar (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)

Grønlenski ríkisstuðulin er munandi størri enn tann føroyski, bæði í krónum og oyrum og sum partur av grønlenska búskapinum. Grønland fær áleið 4,3 milliardir krónur í blokkstuðli úr Danmark, sum svarar til áleið 19 prosent av grønlendsku bruttotjóðarúrtøkuni.

Í Føroyum er ríkisstuðulin beint oman fyri eina hálva milliard og áleið 2 prosent av tjóðarúrtøkuni, sum er áleið 5 milliardir hægri enn í Grønlandi. Til samanberingar kann nevnast, at blokkstuðulin var áleið 16 prosent av føroysku tjóðarúrtøkuni í 1998, tá fullveldissamgongan, sum skar blokkin nøkur ár seinni, tók við fyrstu ferð.

- Blokkurin ger okkum ikki rík

Men umframt sjálvan peningin, hevur Grønland eisini aðrar avbjóðingar, sum Føroyar ikki hava. Meðan føroyingar tosa um at binda ta seinastu av teimum stóru oyggjunum í meginøki, eru ongar bygdir í heimsins størstu oyggj bundnar saman við vegakervi. Og Grønland hevur eisini avbjóðingar innan eitt nú heilsuverki. Men Qarsoq greiðir frá, at tað er als ikki blokkurin, sum ger Grønland ríkt:

- Tað er ikki blokkurin, sum ger okkum rík, men okkara egni útflutningur. Um vit tóku blokkstuðulin burtur, vóru vit enn ríkari enn Frakland. Er Frakland fátækt?

Naaja Nathanielsen, sum umboðar IA, er ikki eins víðgond á ríkispolitiska ásanum sum Qarsoq. Men eisini hon heldur stórar avbjóðingar verða í sambandinum við Danmark, sum sambært henni als ikki hevur fatað nýggju støðuna og at neyðugt er við nýskipanum í ríkisfelagsskapinum. Hon hugleiðir um føroysku hugskotini um trý ríki í einum felagsskapi og greiðir frá, at tað er helst tað, sum fólk høvdu vilja havt, um tey skuldu tikið støðu. Men hon leggur afturat, at nýggja støðan og kjakið um søguna í ríkisfelagsskapinum er merkt av, at danir ikki skilja støðuna hjá grønlendingum.

- Tað er okkum og okkara lív, sum tosað verður um sumum, at vit bara skulu koma yvir tað. Men í Danmark eru tey so langt vekk, at tey skilja ikki ítøkiliga merkið, sum Danmark hevur sett í Grønland, greiðir hon frá.

- Danir mugu broyta hugburð

- Tað er jú eitt slag av konsensus í Danmark um, at ‘so galið var tað nú ikki.’ ‘Vit vóru tey góðu…’ Og so leingi man heldur fast í teirri fatanini, fara fólk at taka tað illa upp her, tí her kenna vit fólk, sum til dømis eru vorðin lívsør, steril, av snyrilsmálinum, greiðir Naaja frá.

Hóast myndir av eitt nú Lars Løkke Rasmussen og Vivian Mosfeldt uttan fyri Hvítu Húsini við eini sigarett í munninum fór um allan heimin, heldur hon ikki, at myndirnar vóru hepnar. Sambært henni hava uttanríkisráðið í Danmark og Løgmálaráðið, sum eru avgerandi stovnarnir í hesum høpi, als ikki broytt støðu til Grønland. Og uttanríkisráðarrin, Lars Løkke Rasmussen, heldur sambært henni onki, sum embætisverkið hjá honum ikki eisini heldur.

- Um man ikki broytir støðu í Danmark um seg sjálvan og sína egnu sjálvsmynd, koma vit ikki víðari. So halda vit fram og tað endar tað við at vit fara í tvíningar. So ein skal veruliga flyta seg og vilja reform, um ríkisfelagsskapurin skal halda fram, greiðir hon frá.

Grønland skal sjálvt velja sína framtíð

Formaðurin í Naleraq, flokkinum hjá Qarsoq Høegh-Dam, er Pele Broberg, fyrrverandi flogskipari. Hann hevur verið ein ógvuliga klár og umstrídd rødd í grønlendskum politikki seinastu árini, og hóast hann situr í andstøðu nú, er tað ofta hann, sum setir dagsskránna. Hann varð eitt nú í andglettinum í 2021, tá hann sum landsstýrismaður í uttanríkismálum segði, at einans upprunafólk skulu sleppa at atkvøða um loysing, tá fólkaatkvøða einaferð verður í Grønlandi.

Beint fyri valið greiðir hann frá sínum hugsanum á skrivstovuni í miðbýnum í Nuuk. Tað er kavastormur, og allir bussar eru steðgaðir við at koyra. Ymisk valevni hjá Naleraq gera klárt at fara út at reka í storminum, meðan hann situr á skrivstovuni og arbeiðir. Pele er ikki nakar stórvaksin maður, men hann fyllir rúmið við eini klárari rødd og við - sæð úr søguligum sjónarhorni - rættiliga víðgongdum hugsanum.

[object Object]
Pele Broberg, formaður í Naleraq, avmyndaður í grønlendska tinginum, Inatsisartut (Mynd:Oscar Scott Carl/Ritzau Scanpix)

- Tá val verður aftur, og vit sita við valdið, so melda vit okkum úr danska ríkisfelagsskapinum. Tað er ikki grønlendski ríkisfelagsskapurin. Ikki tann føroyski. Tað er tann danski, tí talan er ikki um ein felagsskap yvirhøvur. Hettar er ein eindarstatur, greiðir Pele frá. Hann leggur afturat, at eftir at Grønland er sjálvstøðugt, eiga tey møguliga at gera ein frælsan felagsskap við Danmark.

Í nógvar mátar minna partar av hugsjónum hansara um loysingarvongin í Føroyum. Hann greiðir frá, at ríkisfelagsskapurin er ikki ein felagsskapur, tí talan er ikki um javnbjóðis partar. Yvirhøvur heldur hann eisini, at Grønland skal taka sær av sínum egnu avbjóðingum og opna meira fyri kapping innan eitt nú høvuðsvinnuna, har almenna felagið, Royal Greenland, situr á bróðurpartinum av kvotunum. Sambært honum er livistøðið í Grønland høgt “hóast Danmark,” og ikki av at Danmark hevur hjálpt grønlendingum til tað.

- Vit hava onki til felags við føroyingar

Men meðan Naaja Nathanielsen heldur nógv um møguleikan fyri einum ríkjafelagsskapi, heldur Pele tað verða týdningarmikið at grønlendingar fara úr ríkisfelagsskapinum upp á egnu fortreytir, og at ongin loysn skal gerast við øllum trimum londum.

- Vit hava onki til felags við Føroyar. Eg skal ikki gera nakra avtalu sum inndregur Føroyar. Eg skal gera frælsan felagsskap við Danmark, greiðir hann frá.

Í bingjuni á valdegnum kemur systirin hjá Qarsoq fram við. Aki-Matilda er spent um valið, og hon greiðir beiggja sínum frá, at hon hevur eina góða kenslu um valið.

Qarsoq, sum arbeiddi sum ráðgevi hjá Siumut í nógv ár, greiðir frá, at hann sat saman við systir síni og hjálpti henni at fyrireika seg til samráðingar og at halda sína fyrstu røðu, tá hon varð vald fyrstu ferð. Tey sótu á lestrarkamari hennara á sjálvum Regensen, har so nógv tøk eisini vórðu tikin í føroysku sjálvsstýrisrørsluni.

Aki-Mathilda hevur verið sædd sum rættiliga víðgongd í donskum miðlum, og hevur hon eitt nú arbeitt fyri, at grønlendsk umboð nú kunnu tosa grønlendskt á Fólkatingi. Tá Qarsoq heldur røðu á fólkatingið um endurgjaldi til grønlendskar kvinnur, sum ímóti sínum vilja ella uttan at vita tað fingu ein snyril settan upp í 1960 til 1992, var talan eisini á grønlendskum.

- Eg tosi fyri mínar veljarar, har grønlendskt er einasta viðurkenda málið, greiðir hann sambært tulkinum frá. Tá eg tosi við hann í Grønlandi, er týðiligt at hann ætlar niður at føra stríðið hjá systur síni víðari, um hann verður valdur.

- Heimurin sigur við okkum, at vit hava nógv virði. Lat okkum bjóða okkum fram. Lat okkum sleppa framat, sigur hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder