Merkta grindin úr Havn, ið var merkt 16. juni, hevur seinastu vikuna ferðast suðureftir, burtur frá Reykjanesrygginum. Grindin hevur hildið seg á djúpum sjógvi, mitt millum Reykjanesryggin og Rockall grunnin á kósini suðureftir.
Merkta grindin úr Bø, ið var merkt 6. juni, er nú farin norður aftur í eitt øki í hellingini vestur úr Reykjanesrygginum, har grindin hevur vitjað áður. Grindin hevur hildið seg í hellingini, har dýpið er meir enn 1000 metrar.
Á kortinum niðanfyri ber til at síggja, hvar ið grindirnar vóru til ymsar tíðir, við at hyggja at litkotunum fyri dagfesting í bjálkanum høgrumegin.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/08/26/615x455/grindir.png)
Havstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald