2020-07-21 13:28
            
        
         
                
            Tær báðar merktu grindirnar hava ikki ferðast so nógv seinastu vikuna.
Grindirnar, sum vórðu merktar í Bø 6. juni og í Havn 16. juni eru nú á áleið 31 longdarstigi, og eru 700 fjórðingar vestur úr Føroyum, skrivar Havstovan.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/07/21/gallery-thumbnail/itemid180-id8841.png) (Mynd: Havstovan)
(Mynd: Havstovan)
Hetta er fyrstu ferð, at tað er eydnast at hava tvær merktar grindir samstundis.
Merkingin í Havn er hin 9. í røðini við merkingum við fylgisveina-sendarum, fyri at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grindahvali í Norðurhøvum.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald