Innanlands

Grindin nærkast Sandavági

Komin um Presttanga og ger helst landgongd um eina lítla løtu

2018-08-21 20:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grindin, sum menn hava roynt at fingið rakstur á í allan dag út fyri Trælanípuna nærkast nú av álvara landi.

Fyri lítlari løtu síðani komu teir um Presttanga, og fara nú at raka hana inn á Sandavág.

Finnbogi Midjord sigur, at mett verður at grindin er stór. Hon gekk í fimm bólkum.

Helst gongur ikki lang tíð til hon leggur beinini í Sandavági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder