Innanlands

Grindin í Sandavági: Seðlarnir koma út klokkan 22

Býtt verður í drápspartar og møguliga heimapartar

Mynd: Jn.fo

Mynd: Jn.fo

2018-07-30 20:10 Author image
Sverri Egholm

Klokkan 22 koma seðlarnir fyri grindina, sum varð hildin til í Sandavági seinnapartin, út.

Tað vóru 135 hvalir sum løgdu beinini, og grindin verður skift í drápspartar og møguliga heimapartar. Talan er um 1059 skinn, upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Seðlarnir koma út klokkan 22 á bryggjuni við Snarfrost í Miðvági.

placeholder
placeholder