Innanlands

Grindin í Sandavági: Eitt skinn í part

Nakað væl meira i part enn í Havn

Mynd: Jn.fo

Mynd: Jn.fo

2018-07-31 11:01 Author image
Sverri Egholm

Seðlarnir fyri grindina í Sandavági í gjár komu út klokkan 22 í gjárkvøldið. Og har var eitt sindur meira í part enn tað var í Havn, har teir 38 hvalirnir vóru býttir í 1009 drápspartar og fjórðingskinn var í part.

Í Sandavági var eitt skinn í part. Nógv fólk var og skar upp á bryggjuni í Miðvági í gjárkvøldið. Tað vóru 135 hvalir, sum løgdu beinini í Sandavági, og tilsamans taldi grindin 1059 skinn.

placeholder
placeholder