Innanlands

Grindaboð í Hvannasundi

Grindin verður rikin norðanfyri byrgingina í Hvannasundi, sigur sýslumaðurin

2018-08-16 13:35 Author image
Oda Strøm
placeholder

Fyri 10 minuttum síðani fekk sýslumaðurin Karl Johansen boð um, at ein grind var funnin millum norðurendan av Borðoynni og norðurendan av Kunoynni - nærri Múlanum.

Ein bátur er hjá miðalstóru grindini beint nú, men boðini eru farin út, og nú gera menn klárt at fara avstað. 

Ætlandi verður grindin rikin inn á Hvannasund, norðanfyri byrgingina, sigur Karl Johansen, sýslumaður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder