2026-07-23 15:31
Tað er funnin ein grind millum Kirkjubones og Borðuna.
Men tað verður ikki talan um at halda grindini til. Kristjan Martin Joensen, sýslumaður, sigur við Portalin, at enn er so stutt fráliðið síðan stóru grindina í Havn, at mett verður at tørvur ikki er á tvøsti í løtuni.
So grindin fær loyvi at svimja sín egna sjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald