Innanlands

Grind funnin í Vestmannasundi

Tey hava nóg mikið av grind í økinum, og talan er eisini um eina rættiliga lítla grind, so hon verður ikki hildin til, sigur sýslumaður

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2023-08-16 13:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan hálvgum tólv varð boðað frá, at ein bátur hevði funnið eina lítla grind í Vestmannasundi, men avgerð er tikin um, at hon verður ikki hildin til.

Í Vestmanna og í Leynum hava tey nóg mikið av grind, so tey ætla ikki at drepa grind aftur har fyribils, sigur Jens Jensen, sýslumaður við Portalin.

Hvussu lítil grindin er, ber ikki til at siga.

– Hann sá ongantíð meira enn tríggjar hvalir, so hon kann ikki hava verið stór, sigur Jens Jensen.

Hann leggur afturat, at á Havstovuni høvdu tey hug at merkja grindina, um tey fingu fólk at reka hana, og veit hann ikki, hvat tað endar við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder