Mentan

Greta Svabo við nýggjum sjónbandalagi

Sangurin "islands" er skrivaður í Føroyum og er eitt fagnaðarkvæði til oyggjafólk, sigur Greta Svabo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-16 10:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku gav Greta Svabo út lagið "islands", og í sambandi við, at Greta er komin til Føroyar at framføra á G! Festivalinum, gevur hon út tilhoyrandi sjónbandalag.

Sangurin "islands" er skrivaður í Føroyum og er eitt fagnaðarkvæði til oyggjafólk. Hetta er kanska grundin til hann longu er útgivin sum cover lag av einum grønlendskum bólki (STG), skrivar Greta í tíðindaskrivi.

– Orðið “isolation” kemur frá latínska “insulatus” , sum merkir “at vera gjørdur til eina oyggj”. Hetta er ein kensla, sum føroyingar og onnur frá smásamfeløgum ofta kenna seg aftur í.

Sjónbandalagið "lýsir tað fløkta í at kenna seg sum partur av og samstundis isoleraðan frá okkara sambondum við hvønn annan og við okkara umhvørvi".

Meginparturin av sjónbandalagnum er tikið upp í Mjáuvøtnum. Tikið upp hava Gaui H og Andi Hampton, og stuðlað hava vinnuframi og Koda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder