Innanlands

Gravgangur eftir føroyskum whisky

Lang bíðirøð uttanfyri Rúsuna fyrrapartin. Øll skuldu hava hendur á dýrum dropum frá Einar’s

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-02-05 11:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru nógv, sum vildu hava hendur á nýggja slagnum av single malt whisky frá Einar’s Distillery, sum kom út fyrrapartin.

Beint áðrenn klokkan 10 vóru upp ímóti 50 fólk í kø uttanfyri dyrnar hjá Rúsuni í Miðlon í Havn, og tað gingu fáir minuttir, so var nærum útselt. Nakað sum kom óvart á Sebastian Eriksen, sum er blandari og goymsluleiðari hjá Føroya Bjór.

[object Object]

- Eg hevði skotið uppá, at tað var útselt um døgurðatíð, men nú klokkan er nakrar minuttir yvir tíggju, eru heilt fáar eftir, segði ein hálvavegna ovfarin Sebastian Eriksen í Rúsuni fyrrapartin.

Hetta er aðru ferð, at whisky frá Føroya Bjór verður givið út. Fyrstu ferð var í november, og tá var eisini útselt eftir stuttari tíð.

[object Object]

Hendan hevur ligið í Oloroso sherrytunnum. Liturin er mahogni, og angin er av mettaðum sherry, jólakryddi og eingilskum gummibommum. Sagt verður millum annað um smakkin, at hann er søtur og sherrykendur.

664 fløskur av hesum Single Malt Whisky frá Einar’s Distillery vóru til sølu í Rúsunum kring landið, og 216 av teimum vóru tøkar í Rúsuni í Havn.

Styrkin er 51 prosent, og kostnaðurin fyri eina fløsku, sum er hálvan litur, er 999 krónur.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder