2021-04-29 16:34
Dýri biðidagur er í morgin, og tískil er vikuskiftið ein dag longri hesaferð. Tað sást aftur á Eystaru bryggju har Smyril leggur at seinnapartin.
Ein rúgva av bilum og húsvognum stóðu í bíðirøðini til Smyril, og tá strandfaraskipið seinkað setti kós móti Suðuroynni stóðu nakrir av bilunum eftir.
Dansibandsfestivalurin er í Vági um vikuskiftið, og byrjað verður longu í morgin á middegi við brunsj í VB-húsinum. Skráin sæst her.
Sambært ferðaætlanini, ger Smyril ein túr suður aftur klokkan 21:15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald