Mentan

Grátt – nýtt staklag við Einangran

Talan er um fyrsta lagið av komandi plátu hjá Heiðrik av Heygum og Leu Kampmann

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-11-08 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Einangran er aftur við nýggjum staklagi “Grátt” frá teirra komandi plátu. 

Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronasóttin legði landið lamið í mars 2020.

Úrslitið av samstarvinum varð EP´in, "Einangran" har lagið "Kanska" gjørdist ein landaplága í Føroyum og vann heiðurslønina fyri besta lag á FMA 2020.

Nú eru tey so aftur við einum nýggjum staklagi ið kallast “Grátt”, ið tey hava skrivað, og snýr seg um, at uttan tey gráu skýggini virðir man ikki tann bláa himmalin tá hann sníkir seg undan. 

Tann dreymakenda framleiðslan er gjørd av navnfamu framleiðarunum Janus Rasmussen, ið m.a. er kendur frá BYRTA og Kiasmos, og Sakaris Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri t.d. Frum og Frostfelt.

Hettar er fyrsta lagið frá Einangran frá eini heilari plátu, ið tey arbeiða við í løtuni, og væntandi kemur út móti summri 2023. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder