Innanlands

Grannaborgarstjórin setir Eystanstevnuna

Hans Marius Ziska syngur á setanini seinnapartin í morgin

Jóhannus Danielsen

Jóhannus Danielsen

2020-06-11 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eystanstevnan verður sett fríggjardagin klokkan 16.30 á litríka pallinum sunnanfyri býráðshúsið í Runavík.

Setanin byrjar við, at søldfirðingurin Hans Marius Ziska sjálvur annar kemur at syngja og spæla. Heiðurin at seta Eystanstevnuna eigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sum kemur at flyta fram røðu. Jóhannus Danielsen, sum hevur verið borgarstjóri í grannakommununi í trý valskeið, hevur annars boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur á kommunuvalinum í vetur.

Trúðfasta hornorkestri í býnum, Nes Sóknar Musikkfelag, kemur, sum so mangan áður, at seta sín háðtíðarliga dám á tiltakið.

Setanin verður stroymd á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu, runavik.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder