Innanlands

Gott hálvár styrkir Betri samtakið

Samtakið hevur nú eina eginogn á yvir 3 mia.

Mynd: Betri

Mynd: Betri

2018-09-10 14:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gongdin í føroyska samfelagnum farna hálvárið hevur verið góð, og hetta ávirkar úrslitið hjá Betri samtakinum.

Betri samtakið hevði eitt gott fyrra hálvár í 2018. Úrslitið var 108 mió. kr. eftir skatt, og samtakið hevur nú eina eginogn á yvir 3 mia. kr. Harvið er Betri eitt trygt fíggjarsamtak, sum er væl fyri at taka ímóti framtíðar avbjóðingum.

Umframt at móðirfelagið hevði eitt gott úrslit, høvdu øll feløgini í samtakinum yvirskot í fyrra hálvári. Úrslitið hjá Betri Banki var 69 mió. kr., Betri Trygging 8. mió. kr., og Betri Pensjón 2. mió. kr. Stóri aktiviteturin á føroyska húsamarknaðinum hevur við sær, at Betri Heim fer at seta fleiri fólk í starv.

Úrslitið hjá samtakinum fyri árið 2018 verður væntandi millum 130-165 mió. kr. áðrenn skatt.

Betri er eitt serføroyskt samtak, sum hevur sum endmálsorðing at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Góða úrslitið tryggjar, at Betri er væl brynjað til hendan leiklut.

Fyrra hálvárið í stuttum:

- Úrslitið hjá Betri PF er 108 mió. kr. samanborið við 77 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør

- Eginognin hjá Betri PF er 3.058 mió. kr.

- Betri Banki hevði eitt úrslit á 69 mió. kr., og eginognin er 1.610 mió. kr.

- Betri Trygging hevði eitt úrslit á 8 mió. kr., og eginognin er 575 mió. kr.

- Betri Pensjón hevði eitt úrslit á 2 mió. kr., og eginognin er 71 mió. kr.

- Betri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder