Innanlands

Gongur spakuliga framá við koppsetingini

167 fólk vórðu koppsett fyri koronu í gjár, og 35.417 fólk, áleið tveir triðingar av íbúgvunum, eru nú liðugt koppsett

Munurin millum tey, ið eru liðugt koppsett, og tey, sum bert hava fingið fyrru koppsetingina, er undir 2.000 (Mynd: Sverri Egholm)

Munurin millum tey, ið eru liðugt koppsett, og tey, sum bert hava fingið fyrru koppsetingina, er undir 2.000 (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-14 19:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum verður orðið "floksimmunitetur" lítið nevnt. Ætlanin var leingi, at hetta skuldi verða uppnátt áðrenn ella áleið ólavsøku.

So varð ikki, og júst sum ov mikið av koppsetingartilfarið kom til landið í summar, byrjaði at ganga seinni við at koppseta. 

Tó eru nú áleið tveir triðingarnar av íbúgvunum koppsettir fyri koronu - neyðugt er at nakað meira enn tey beint yvir 66 prosentini eru koppsett fyri at fáa floksimmunitet (floksórin)

Í gjár vórðu 167 fólk koppsett fyri koronu - harav vóru 69 fólk, ið fingu fyrra prikið. 98 fólk fingu tað seinna.

Hetta vísa tøl hjá corona.fo.

35.417 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett. Nú hava 37.352 fólk fingið fyrru koppsetingina, og tískil eru færri enn 2.000 fólk, ið "bíða eftir at verða liðugt koppsett"

Tilsamans eru 72.769 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. Heilsumyndugleikarnir boðaðu frá, at teir eftir ólavsøku fóru at gera meira fyri at fáa fleiri fólk at verða koppsett. Seinastu tíðina hevur eitt ferðalið verið ymsastaðni runt í landinum og koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder