Innanlands

Gongd komin á koppsetingina aftur

283 fingu fyrra prik í gjár meðan 592 fólk fingu seinna prikið av koppingarevni móti koronu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-07 08:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koppsetingin varð tikin uppaftur í gjár, tá tilsamans 875 fólk vórðu koppsett á teimum trimum sjúkrahúsunum. 283 fólk fingu fyrra prik og 592 fólk fingu tað seinna.

Nú eru tilsamans 21.128 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 14.743 fólk hava fingið fyrru koppseting. 6.385 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Mikudagin kom ein sending úr Danmark við heili 6.500 skamtum av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech. Væntandi kemur sama nøgd aftur um tvær vikur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder