Innanlands

Góð ráð í sambandi við nýtslu av fýrverki

Fýrverk kann vera vandamikið, verður tað ikki handfarið rætt, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum hevur savnað saman nøkur góð ráð til nýggjárið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-28 17:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú nærkast kvøldinum, har vit fara at skjóta nýggja árið inn við fýrverki av alskyns slag, og summi eru longu byrjað so smátt at skjóta.

Hóast fýrverk er vakurt at líta á, so kann tað eisini vera vandamikið, verður tað ikki handfarið rætt, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum í hesum sambandi hevur gjørt ein lista við góðum ráðum til, hvussu vit fáa eitt brunatrygt gamlaárskvøld.

Góð ráð í sambandi við nýtslu av fýrverki:

Fyrireiking

  • Nýt bert góðkent fýrverk.
  • Bið um vegleiðing á sølustaðnum um verndarbrillur, raketthaldarar og trygd annars.
  • Les brúkaravegleiðingina gjølla.
  • Ansa eftir, at fýrverkið ikki hevur fingið skaða. Skatt fýrverk má ikki brúkast.
  • Hav altíð vatn ella annað klárt at sløkkja við, um fýtverkið festur í annað.

 

Tá fest verður í

  • Nýt altíð verndarbrillur, vaksin sum børn.
  • Fýrverk skal brúkast uttandura og burturi frá fólki.
  • Fest ikki í fýrverk, har eldfimt tilfar ella løgur er í nánd.
  • Hav ikki fýrverk í lummanum, men í plastposa.
  • Set rakettir í ein tryggan haldara, ið er gjørdur til endamálið, og sum ikki koppar.
  • Ansa eftir, at rakettir fara beint uppeftir.
  • Fest bara í eina rakett í senn.
  • Fest í fjúsið við strektum armi – bend teg ikki inn yvir fýrverk.
  • Renn burtur frá rakettini, tá ið tú hevur fest í fjúsið.
  • Far ikki aftur til fýrverk ella rakett, sum ikki vildi ganga av.
  • Halt stóra frástøðu, tá ið skotið verður.

 

Annað

  • Kasta ongantíð fýrverk eftir fólki ella djórum.
  • Ansa eftir smábørnunum.
  • Ávirkað fólk skulu ikki fáast við fýrverk.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder