
Gvøðbjørg fór um sýnina, alt varð kvirt, kalt, grátt, ræðandi og eisini kensluborið. Tann mennandi, gevandi, ríkandi og fyri meg kærleiksfulla kvinnan er vekk. Eg kann ikki ringja, eg kann ikki skriva og ei heldur kann eg fara at vitja. Tað kennist tómt. Eftir nógvan grát og eisini nætur uttan svøvn, ynski eg, at tú skal hava nøkur orð frá mær.
Alt tað - sum eg havi megnað, eigur tú æruna av.
Tú gav mær:
- Kærleika
- Empati
- Mótspæl
- Erligheit
- Virðing
Eg kundi nevnt so nógv annað.
Okkara samstarv var serstakt. Vit arbeiddu saman í nógv ár. Okkara ætlanir vóru nógvar. Ja, sera nógvar.
Eitt – sum vit brendu fyri, var at fáa eitt hús, har ið fólk við seinárinum av kynsligum ágangi, kundu koma og fáa vegleiðing og hjálp. Tað skuldi vera eitt hugnaligt "veristað". Og tað bleiv ein veruleiki. Fleiri møguleikar vóru, men tað bleiv til endans gamli bankabygningurin hjá Føroya Banka á Toftum. Hetta vóru vit báðar vóru sera ernar av. Tað varð arbeitt hart fyri at fáa bygningin kláran. Tað skuldi vera hugnaligt og ”heitt” at koma inn. Tað var av stórum týdningi, at fólk skuldi kenna seg trygg og væl, tá ið tey komu inn. Tú var so ófør at gera okkara veristað hugnaligt. Menn okkara Olaf og Flemming, vinir og familja vóru eisini ófør at hjálpa okkum við at fáa húsið klárt.
Eg og fleiri onnur, ið liva við seinárinum av kynsligum ágangi, hava havt nógvar góðar og eisini stuttligar løtur saman við tær. Vit minnast títt lætta og stuttliga lindi. Tú var eisini ”perfektionist”. Og onkuntíð kundi tað verða strævið hjá okkum øðrum. Eisini hava vit verið uttanlandsferðir saman við tær. Tær vóru gevandi, góðar og festligar. Sjálvt um boðskapurin var álvarsamur.
Føroyar høvdu verið fátækar uttan teg, Gvøðbjørg. Tú breyt upp um armar í ár 2000. Tú fór av tínum eintingum ígongd við at hjálpa fólki, sum høvdu tørv á hjálp orsakað av kynsligum ágangi.
Eg vildi so ynskt, at tú, Gvøðbjørg, fekk eitt stórt herðaklapp frá tí almenna, meðan tú var her á fold. Tað hevði tú so sanniliga uppiborið.
Eitt ótal av fólkum hava fingið hjálp frá tær ígjøgnum øll árini. Ongin ivi er um, at fleiri sita runt ymsastaðni á Føroyalandi og eru tær takksom.
Ein lítilátin kvinna var tú, men tá tað leikaði á, dugdi tú at reisa tínar fjarar - og soleiðis dámdi mær teg eisini best. Takk fyri alt!
Beinta M. Pedersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald