Innanlands

Gjørdu gøtur, endurreistu varðar og settu vegvísarar upp

Sí myndir tá 60 sjálvbodnir føroyingar fóru til verka kring landið um vikuskiftið

Kirkjubøur (Mynd: Klara Johannesen)

Kirkjubøur (Mynd: Klara Johannesen)

2021-04-27 17:31 Author image
Innsent
placeholder

Um vikuskiftið tóku fleiri enn 60 sjálvbodnir føroyingar lut í Closed for Maintenance, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið.

Arbeiðsuppgávurnar hesaferð snúðu seg um at gera gøtur, at byggja brýr, at endurreisa og umvæla varðar og at seta vegvísarar upp, so tað verður høgligari og tryggari hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum.

Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands, er sera fegin um avgerðina at fremja átakið, hóast tað ikki bar til at hava útlendingar við hesa ferð.

- Vit vóru eitt sindur í iva, um føroyingar fóru at taka undir við hesum, og tí fegnast vit um, at undirtøkan var so góð. Tað er sera stuttligt at síggja, hvussu nógv kann koma burturúr uppá tveir dagar, tá fyriskipanin er góð. Tað eiga allir fyriskipararnir stóra tøkk fyri, sigur Jóhan Pauli.

Arbeiðið fór fram á seks støðum kring landið. Ein av støðunum var í Vestmanna, har varðagøturnar til Saksunar og Hvalvíkar vórðu gjøgnumgingnar, og varðar vórðu lagaðir uppaftur, har tað var neyðugt. Um langt var ímillum varðarnar, vórðu pelar settir niður. Eitt skelti bleiv sett niður, har gøtan til Saksunar og Hvalvíkar fer í tvey, og eitt kunnandi gongutúraskelti við Bjarnadal bleiv eisini sett niður.

Magni Blástein var samskipari av verkætlanini í Vestmanna.

- Vit høvdu eitt fantastiska stuttligt og gevandi arbeiðsvikuskifti í fagrasta veðri. Vit fingu sera nógv burturúr. Tað gevur sera góða meining at leggja orku í at varðveita gomlu bygdagøturnar og teir varðar, sum okkara forfedrar reistu fyri nógvum hundrað árum síðani. Hetta gera vit avgjørt aftur, sigur Magni.

Millum luttakararnir vóru fólk úr øllum landinum og í øllum aldursbólkum. Tann yngsti, ið tók lut, var 21 ár, og tann elsti 80 ár. Javnt var býtt millum kynini.

Ein av luttakarunum var Durita Rouch úr Havn. Hon sigur soleiðis:

- At taka lut í Closed for Maintenance var sera gevandi. Arbeiðið, sum vit megnaðu í felag, gjørdi veruligan mun, og eg føli eisini, at eg sjálv fekk nógv burturúr. Eg eri vorðin meira tilvitað um, hvussu týdningarmikið tað er at hava virðing fyri okkara náttúru og lærdi ymiskt, ið eg ikki visti frammanundan. Eg ætli mær avgjørt við aftur næstu ferð!

Átakið við føroyingum eydnaðist so mikið væl, at avgjørt er at endurtaka átakið komandi árini.

- Tað hevur alt at siga fyri okkum, at føroyingar taka undir við átakinum og eru sinnaðir at geva eitt íkast til arbeiði at halda bygdagøturnar, millum annað. Hetta er nakað, sum skapar samanhald um nakað, sum vit øll eiga, og sum vit hava eina felags ábyrgd av at halda viðlíka, nevniliga føroysku náttúruna, sigur Jóhan Pauli Helgason.

Gongst sum ætlað, verður Closed for Maintenance átakið aftur á skrá í heyst, tá bæði útlendingar og føroyingar fara at arbeiða við at varðveita føroysku náttúruna.

Tíðindaskriv frá Visit Faroe Islands 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder