Innanlands

Gistingarnar tvífaldaðar síðan 2013

Føroysku gistingarhúsini seldu næstan hundraðtúsund gistingar í juni, juli og august í ár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-27 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Síðani 2013 eru gistinæturnar meira enn tvífaldaðar á føroysku gistingarhúsunum summarmánaðirnar juni, juli og august, tá farið var undir at skráseta gistingar. Hetta skrivar Hagstovan á netinum.

Í juni, juli og august í ár vóru 97.315 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru 32 prosent ella um 23.300 fleiri gistinætur samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

Talið av gistináttum hjá føroyingum og dønum er á leið tað sama sum í fjør, meðan gistinæturnar hjá fólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. Gistinæturnar eru nú 6.000 fleiri enn í 2019 tá tær vóru flestar.

Innskrivingarnar, tað er talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista, vóru um 37.000 í tali í juni, juli og august, sum er 46 prosent fleiri enn í fjør. Vøksturin er 31 prosent samanborið við sama tíðarskeið í 2019. 

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 77 prosent av kømrunum vórðu brúkt summarmánaðirnar juni, juli og august samanborið við 65 prosent í fjør.

Í 2019 var nýtslustigið 89 prosent. Síðani 2019 er talið av kømrum økt munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

Verður hugt at tølunum higartil í ár, sæst at gistingarnar eru 47 prosent fleiri og innskrivingarnar eru 42 prosent fleiri í mun til sama tíðarskeið í fjør. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder