Innanlands

Gingu seg føst á Víkasandi

Seks fólk gingu seg føst vesturi á Víkum í Vágum í gjárkvøldið. Fjallabjargararnir komu teimum til hjálpar

2023-04-21 09:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fjallabjargararnir máttu í gjár koma seks fólkum, sum vóru á vesturi á Víkum, til hjálpar.

Tey høvdu gingið seg føst í góðveðrinum. Sum skilst høvdu tey gingið seg føst á Víkasandi í Viðvík, og vóru komin av Víkum.

VP skrivaði í gjárkvøldið, at øll vóru komin á slætt aftur. Fráboðanin um hendingina kom um 19 tíðina í gjárkvøldið.

Sagt varð av politistøðini, at fólkini eru von at ganga í fjøllunum.

(Rættað kl. 12:50)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder